tjaldur
Grækarismessudagur er 12. mars.
Vit halda grækarismessu fyri at heilsa várinum og flytifuglinum vælkomnum til landið. Frá gamlari tíð er sagt, at tjaldrið, tjóðfuglur okkara, kemur aftur á grækarismessu. Tað var Sverre Patursson, sum fyrstur helt fólkafund á hesum degi; loysundarorð hansara var: Latið smáfugl og heiðafugl hava frið!
Nú halda vit grækarismessu við skótaskrúðgongum og fólkafundum fleiri staðni í Føroyum

2grakarismessu_2006
Grækarismessu 2006. Mynd: SSB