thinkingday_small
Hugsanardagur er 22. februar á hvørjum ári. Dagurin verður hildin av skótum kring allan heimin til minnis um hjúnini Baden-Powell, ið bæði høvðu føðingardag 22. februar.
Á enskum verður hesin dagur nevndir "Thinkingday" ella "World friendship day", tí á hesum degi hugsa vit um skótavinir okkara kring allan heim.
Í Føroyum halda vit hugsanardagin við skótaguðstænastum og skótasamkomum kring landið. Í kirkunum gongur talvan til frama fyri vælgerandi endamál.
Eisini ber til at senda skótum á øðrum eitt "Hugsanardagskort" við eini skótaheilsan.


Slóðir