scouting_for_boys_small
Tá ið legan var av, og B-P kom aftur til hús, for hann at arbeiða við eini bók um skótaarbeiði, har hann greiddi frá sínum hugsjónum. Henda bókin, "Scouting for Boys", kom út í heftum hvønn 14. dag, og gekk sum heitt breyð - varð seld í sera nógvum eintøkum. Nú hendi tað óvæntaða, at nógvir dreingir, og gentur við, gjørdu sjálvstøðugar patrúljur kring í Bretlandi. Tey skrivaðu til B-P um teirra upplivingar og trupulleikar og settu honum nógvar spurningar. Hann svaraði øllum í seinni heftum ella í brøvum.

Áhugin fyri skótaarbeiðinum gjørdist so stórur, at B-P ráddi patrúljunum til at arbeiða saman og finna ein vaksnan leiðara, ið kundi hjálpa teimum við millum anna at fáa til vega fundarhøli, legupláss, pening til útgerð osfrv. Á henda hátt varð skipanin við patrúljum, liðum til, sum vit kenna hana í dag. Leiðsluna av liðunum hava vaksnir leiðarar. Í patrúljunum eru tað børn, ið hava leiðsluna av børnum.