brownseareunionheader04

Vit skulu hyggja eitt sindur nærri at tí, ið fór fram á tí lítlu oynni Brownsea Island í 1907, og hvat tað var, ið var so nýtt og øðrvisi enn vanligt var tá í tíðini.

B-P býtti dreingirnar í fýra patrúljur og valdi ein patrúljuførara í hvørji patrúlju. Patrúljurnar høvdu hvør sítt tjald. B-P var ikki uppi í legulívinum hjá patrúljunum, uttan tá ið nakað serstakt var á skránni. Og á skránni var nógv nýtt og spennandi virksemi,t.d. leguuppbygging, knútar, matgerð á báli, signalering osfrv. Alt hetta, ið vit í dag kenna sum skótavirksemi. Tá ið dreingirnir høvdu sæð, hvussu teir skuldu gera, fingu teir uppgávur at loysa í patrúljunum undir leiðslu av teimum, ið B-P hevði valt til patrúljuførarar. Hetta var ivaleyst tann størsta nýskapanin vi skótaarbeiðinum: At børn kunnu leiða børn, uttan at vaksin eru uppi í.

Patrúljunar royndi eisini at vera burtur frá leguni á heik eina nátt ísenn. Her skuldu skótarnir sova uttan tjald, matgera við tí, teir høvdu við sær, og í øllum lutum klára seg sjálvar. Sjálvandi gekk ikki alt bara væl: onkur biuvakkin var ótøtt, tað miseydnaðis onkrum at baka breyð osfrv., tílíkt, sum tú kanska eisini fert at uppliva sum skóti. Tí hetta er nettup rætta skótalívið: tá ið tú sleppur at royna teg, so lærir tú at gera tað rætt - tað sum B-P nevndi "Learning by doing"

Sum dagarnir gingu á leguni, kendi B-P, at hugskotið um patrúljuskipanina var tað rætta: Við at geva patrúljuførarunum ávirkan og ábyrgd, fekk hann teir til at gera sær serligan ómak í arbeiðinum. Ja, henda fyrsta skótalegan eydnaðist væl, og dreingirnir, ið luttóku á leguni, fingu eina uppliving fyri lívið.