Øll hava rætt til góð barnaár


Blái Krossur hevur nú eisini tilboð til børn, sum vaksa upp í heimi við rúsdrekka. Nógv børn í Føroyum stríðast dagliga við rúsdrekkatrupulleikar í heimi teirra, men hetta evnið er sera viðbrekið og fjalt. Tey flestu tora ella megna ikki at biðja um hjálp, tí so fáa onnur at vita um teirra trupulleikar. Verkætlanin hjá Bláa Krossi snýr seg m.a um, at hjálpa børnunum at tosa um slíkar trupulleikar og ikki minst hjálpa hesum børnum til betri barnaár.

Arbeiðið verður skipað í bólkum. Í løtuni eru 4 bólkar, sum virka ymsastaðni í landinum, men fleiri børn standa eisini á bíðilista. Tey børn, sum longu eru í skipanini, eru sera glað fyri tað, tí tey kenna, at tey fáa hjálp til at møta teimum avbjóðingum, sum eru, tá man veksur upp í einum heimi við rúsdrekkatrupulleikum. Fleiri teirra hava ein gerandisdag, sum er merktur av ótta, ábyrgd, kensluligari pínu, einsemi og har tey ikki „sleppa“ at vera børn. Foreldrini sjálvi hava eisini víst á, at tey eru takksom fyri hjálpina, sum børn teirra fáa.

Peningurin frá skótahjálpini fer til at skipa fyri vikuskiftum saman við børnunum, har tey arbeiða við viðkomandi evnum, sum hava samband við teirra gerandisdag, men eisini sleppa at hugna sær saman í rúsfríum umhvørvi og fáa nakrar góðar upplivingar.