Barnaskúli í Villa Vinda, Honduras


Skótahjálpin í ár fer til eina verkætlan hjá felagskapinum JOPRECA. Verkætlanin snýr seg um at byggja ein skúla til børnini í bygdini Villa Vinda í Honduras. Hesi børn hava sera langan og vandamiklan veg til gongu at koma í nærmasta skúla, sum liggur í aðrari bygd. Dømi eru um, at børn eru vorðin álopin og komin illa fyri á veg í skúla, og foreldrini tora tí ikki longur at senda tey avstað. Tískil ganga tey í løtuni í einum fyribils skúla í bygdini, sum er bygdur av bambusrørum og øðrum líknandi tilfari.
Við at hjálpa børnunum við einum nýggjum skúla, tryggjar man, at tey kunnu fáa eina útbúgving undir tryggum korum og tryggja sær eina góða framtíð. Av tí at alt arbeiðið hjá Jopreca er sjálvboðið, kann allur innsavnaði peningurin nýtast til at byggja skúlan.

JOPRECA
Jopreca er ein hjálparfelagsskapur í San Manuel í Honduras. Endamálið hjá felagsskapinum er at hjálpa teimum mongu børnunum og ungu í økinum kring San Manuel, sum liva undir ringum korum og fátækradømi. Hetta verður gjørt við at skipa fyri nógvum ymiskum verkætlanum og tiltøkum, og eisini við at t.d. geva ókeypis mat til tey børn, ið ikki fáa at eta við hús. Felagsskapurin arbeiðir uttan stuðul frá stjórnini ella myndugleikunum í landinum.

HONDURAS
Honduras er eitt land í Miðamerika. Honduras er 112,492 km² stórt (ul.80 ferðir so stórt sum Føroyar), og íbúgvatalið er 8,448.465. Honduras hevur verið heim hjá fleiri ymiskum og týdningarmiklum indiánarastammum, herundir Mayaindiánaranum. Landið er kent fyri at framleiða og útflyta mineralir, kaffi, bananir, sukur og seinastu árini eisini klæðir til altjóða klædnavinnuna. Honduras er eitt av teimum fátækastu londunum í Latínamerika. Landið hevur stórar trupulleikar við bandarelateraðum harðskapi, og meira enn helvtin av øllum íbúgvunum liva í fátækradømi

Um onkur ynskir at fáa onkran at greiða frá um Honduras, kunnu tey ringja til Ingibjørg Winther tlf 51 43 24