Spælireglur til a la Vibora de la Mar



Spælið kann umsetast til ”slangan úr havinum” ella ”ormurin úr havinum”.

Tað minnir um Bro bro brille, tvey halda, og hini ganga ígjøgnum, ímeðan sangurin verður sungin.
Tá ein verður fangaður, skal hann velja ímillum tvey djór e.l. (t.d. leyva ella leopardur) Eg haldi, tey skulu velja spakuliga, teska, og soleiðis fara í tveir tilvildarligar bólkar.
Tá øll eru fangaði, skulu liðini kappast í eini togikapping ímillum báðar bólkarnar, og ein vinnari verður funnin.

Eitt hugskot er umframt at vísa filmarnar, at skriva sangin út á ein lepa at býta út til skótarnar, so hann er lættari at læra.


Sangurin:
A la vibora vibora de la Mar, de la mar,
por aqui pueden pasar.
Los de adelante corren mucho
los de atrás se quedarán.
A la vibora, vibora de la Mar, de la mar, de la mar,
por aqui pueden pasar.
Los de adelante corren mucho
los de atrás se quedarán.
Quien está, quien está?
en el puente quien está-sta-sta-sta-sta.

(Umseting, so vit vita hvat tað merkir, men tað er best at syngja á sponskum. )
Hjá slanguni, slanguni í havinum, havinum,
her kann nógv henda.
Tey frammanfyri skulu skunda sær,
tey sum eru aftanfyri royna at drála.
Hjá slanguni, slanguni í havinum, havinum,
her kann nógv henda.
Tey frammanfyri skulu skunda sær,
tey sum eru aftanfyri royna at drála.
Hvør er har, hvør er har?
á brúnni, hvør er har har har har har?





Í fyrsta klippinum verður víst í myndum hvussu spælið fer fram:




Í næsta klippinum er ein upptøka av børnum ið spæla:
spola fram til 1 min 16 sek.