Tres leches køka úr Honduras


Pasted Graphic 2

Tíð: 60 m
Bakast: 30 m
Prísur: uml kr. 100,-

Innihald

Til køkuna:
4 egg (deil eggjahvítarnar frá eggjareyðunum)
1 dl av sukri
220 gram av hveitimjøli
½ dl av mjólk
100 g av flótandi margarini
3 tsk av bakipulvuri
1 tsk av vanljusukri

Til kremið:
1 ílat av søtari kondenseraði mjólk
1 ílat av fordampaðari mjólk (evaporated milk)*
2,5 dl av róma

Pynt:
2,5 dl av róma
Dryss ella kirsuber

Mannagongd

Píska eggjahvítarnar væl í einum bolla til skúmið er stívt. Blanda sukrið og eggjareyðarnar í – píska væl ímillum hvønn eggjareyða. Sálda mjølið saman við bakipulvrinum og vaniljusukrinum, og lat tað síðani í bollan, eitt sindur í senn - blanda síðani alt saman við mjólkini. At enda blanda margarini í deiggið. Smyr ein stóran form við smøri ella margarini och stoyt deiggið í formin. Baka køkuna mitt í ovninum i umleið 25-30 minuttir við 200° C. Lat køkuna svalna áðrenn hildið verður áfram.

Krem
Blanda innihaldið til kremið saman. Prika síðani varliga alla køkuna við einum gaffli, men ansa væl eftir ikki at oyðileggja køkuna. Stoyt síðani kremið útvir køkuna – eittt sindur í senn.

Pynt
Píska róman væl. Smyr síðani róman javnt yvir alla køkuna og pynta køkuna við t.d dryssi ella kirsiberum. Bert hugflogið setur mark.

* Ber til at keypa í teimum flestu størru matvøruhandlunum.