Skótar á Haiti fáa 50.000 kr. Skótar á Haiti fáa 50.000 kr. úr bráfeingis hjálpargrunni

Haiti1
Teir 30.000 skótarnir á Haiti eru sera virknir í sambandi við hjálpararbeiðið í vanlukkarakta landinum. Skótahjálpin veitir teimum nú 50.000 kr. úr Bráfangishjálpargrunni, so hjálpararbeiði teirra framhaldandi kann gera mun

Skótar í Føroyum hjálpa nú skótum á Haiti at hjálpa.

50.000 kr. eru játtaðar úr Bráfeingishjálpargrunninum hjá føroysku Skótahjálpini til skótar á Haiti, ið gera eitt týðandi arbeiði í landinum, sum stríðist við at finna síni egnu bein eftir jarðskjálvtan herfyri.

Føroyska hjálpin fer umvegis skrivstovuna hjá alheims skótasambandinum í Genéve, sum  hevur ein serfrøðing á staðnum at samskipa hjálpina frá skótum í øllum heiminum.

- Teir umleið 30.000 skótarnir á Haiti eru sera virknir, og vit veita teimum nú eina hjálpandi hond, sigur Jan á Argjaboða

Skótarnir á staðnum vóru væl skipaðir longu áðrenn vanlukkuna, og tí vóru teir skjótir at hjálpa landsmonnum í neyð. Haiti-skótar hava serliga tikið sær av børnum, ið hava mist sambandið við familjuna. Teir hava bygt børnunum leguøkir og ansa framvegis eftir, at børn ikki verða rænd.

Skótarnir eru eisini við til at tryggja økir, har vandi er fyri, at bygningar rapa. Teir rudda økir og gera reint. Og teir sameina fólk, ið hava mist hvønnannan burtur í hurlivasanum.

Skótahjálpardagur verður aftur í Føroyum mánaðarskiftið september-oktober. Tá bjóða skótar sína arbeiðsmegi fram í ein dag, og fólk plaga at geva teimum nøkur oyru afturfyri.

- Vónandi taka føroyingar væl móti skótunum í heyst. Pengarnir, ið koma inn, fara eisini til hjálpararbeiðið hjá skótum á Haiti, sigur Jan á Argjaboða
Longu 22. februar gongur talvan í føroyskum kirkjum til frama fyri børn á Haiti. Tá skipa skótar fyri hugsunardegi við gudstænstu til minnis um stovnaran av skótarørsluni, Baden Powel, lord.


Upplýsingar og viðmerkingar eru at fáa frá Jan á Argjaboða, fartelefon 212337 Les um Skótahjálpina á www.scout.fo og um heimsskótarørsluna á www.scout.org.

Haiti2

Haiti3