Jamboree 2015 í Japan

Vit hava fingið eina stutta frásøgn og nakrar myndir frá frálíku Jamboree´ini í Japan í summar.
23. Alheimsskótastevnan í Japan 2015
Í døgunum 28. juli til 8. august var alheims Jamboree hildin í Japan.
Longu tann 19. juli fóru føroysku luttakararnir úr Føroyum, fyrst til Keypmannahavnar, har gist var eina nátt. Síðani gekk leiðin til Tokyo.
Í Tokyo varð gist tvær nætur á einum siðbundnum hotelli, har luttakararnir sluppu at royna at sova sum japanar, ganga í kimono, umframt
at túrar vóru gjørdir runt um í heimsins størsta býi. Aftaná tríggjar dagar í Tokyo vóru skótarnir so heppnir, at teir sluppu at royna Home
Hospitality – tað er, at føroysku skótarnir sluppu at búgva hjá japanskum familjum. Síðstu tríggir dagarnir av rundferðini varð gist í Osaka.
Har sóu skótarnir m.a. risastóru Osaka-borgina og gulltemplið í Kyoto.

Eftir tað gekk leiðin til Kiara-Hama, har sjálv Jamboree-legan var. Sera skjótt gekk at fáa tjøldini upp, við góðari hjálp frá føroysku IST-
umboðunum. Restina av føroyska leguøkinum gekk eisini skjótt at byggja – flaggstong, inngangsportal og køksøki. Nú kundi Jamboree-legan
byrja.

Teir tólv dagarnir á Jamboree´ini gingu sera skjótt. Skótarnir høvdu fulla skrá, ið skuldi náast. M.a. sluppu teir at uppliva mentana hjá øðrum
tjóðum, royna seg innan vísindi, umframt at dagstúrar vóru gjørdir inn til býir, ið lógu tætt við leguna. Skótarnir royndu seg eisini við vatn
aktivitetum, og vitjaðu japanskar skúlar og stovnar. Eisini var gjørdur ein serligur túrur til Hiroshima. Har vitjaðu skótarnir eitt savn til minnis
um atombumbuna, og eina minningarlund.

Ikki allir dagar vóru tó fastlagdir við aktivitetum á Jamboree´ini. Skótarnir høvdu eisini møguleika at hitta aðrar skótar og at knýta alheims
vinarbond. Trý sera hugnalig kvøld komu burturúr hesum vinarbondum. Eitt skótalið úr USA bjóðaði føroyingum til náttúrða tað eina kvøldið.
Eitt annað kvøld var ein føroysk patrulja til legubál saman við skótum úr Suðurafrika. Triðja serliga kvøldið var gjørt sum eitt patruljuumbýti
saman við liðum úr Svøríki, Bretlandi og Belgia.

Sjálvt um Jamboree´in var stutt, fingu føroysku luttakararnir minnir fyri lívið.

Japan_2 Pasted Graphic 1 Pasted Graphic 5
Pasted Graphic 3 Pasted Graphic 4