Leiðaraskeið 2

Leiðaraskeið 2 verður 18.-20. mars 2016 - leiðaraskeið 1 er treyt fyri luttøku, og aldursmarkið er 18 ár.
Skeiðið verður í Havnardali. Byrjar kl 20 og endar uml kl 14.

Nærri kunning verður send tilmeldaðu luttakarunum, tá tilmeldingin er liðug -
mikudagin 16. mars 2016.

Hesi skeið eru fyrireiking og treyt fyri luttøku á Smæru/Gilwell skeiðnum.
Ein mennandi og spennandi heildarútbúgving fyri skótaleiðarar :-)

Tilmelding

Vitjan úr Mentamálaráðnum

18. januar hevði Føroya Skótaráð - FSR - vitjan av landsstýriskvinnuni í Mentamálum,  
Rigmor Dam, og embætisfólki hennara. Vit greiddu henni frá skótaarbeiðinum og tørvi
okkara á fíggjarligum stuðli frá Mentamálaráðnum.
Eisini vístu vit teimum runt í ymsum skótahølum og høvi varð hjá teimum at seta spurningar.
Vit takka fyri, at landsstýriskvinnan gav sær stundir at koma at heilsa upp á og lurta eftir
tí, vit høvdu upp á hjartað.

Við vón um gott samstarv í framtíðini

MMR vitjan (4)