Felagsfund í FSR

Vit ynskja umboðini í FSR (3 frá hvørji samskipan + IC, NTC og NSK)
Vælkomin til felagsfund í FSR hóskvøldið 23. februar 2012 kl 19 í KFUM, Tórshavn.

Á skránni eru hesi mál:
- Val av IC, NTC, NSK, formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara
- Norðurlendska ráðstevnan í Finlandi 17.-20. mai 2012
- Tiltøk - 1. hjálparskeið fyri leiðarar verður 16.-18. mars 2012, skal FSR skipa fyri fleiri felags tiltøkum?
- Smáskótamerkini.
- Mannagongdir - tiltøk, sum FSR sendir fólk til.

Hugsanardagur 2012

Pasted Graphic

Til skótasamskipanirnar í Havn.
 
Mikudagin, 22. februar 2012 bjóða vit tykkum at hátíðarhalda hugsanardagin saman við okkum.
Vit skipa fyri guðstænastu í Havnar Kirkju kl. 19:00, Ann Dahl Hansen, prestur prædikar. Undir guðstænastuni gongur talvan til frama fyri skótahjálpina.
Tað hevði glett okkum, um tit kundu tikið fløgg við í kirkjuna, tað setir serligan dám á.
SSB:     Merkið
FH:        Merkið
KFUM:  Altjóða liljuna
KFUK:   Altjóða smæruna
 
Guðstænastan er ikki einans fyri okkum skótar, men fyri øll, sum hava hug.
 
Eftir kirkjugongdina bjóða vit, Havnar KFUK skótar, øllum patruljuleiðarum, -hjálparum, liðleiðarum og -hjálparum niðan í KFUK, Varðagøtu 9, til ein góðan drekkamunn, felagssang og undirhald.
 
Vit gleða okkum at verða saman við tykkum.
 
Blíðar heilsanir
Havnar KFUK-skótar