Vitjan úr Mentamálaráðnum

18. januar hevði Føroya Skótaráð - FSR - vitjan av landsstýriskvinnuni í Mentamálum,  
Rigmor Dam, og embætisfólki hennara. Vit greiddu henni frá skótaarbeiðinum og tørvi
okkara á fíggjarligum stuðli frá Mentamálaráðnum.
Eisini vístu vit teimum runt í ymsum skótahølum og høvi varð hjá teimum at seta spurningar.
Vit takka fyri, at landsstýriskvinnan gav sær stundir at koma at heilsa upp á og lurta eftir
tí, vit høvdu upp á hjartað.

Við vón um gott samstarv í framtíðini

MMR vitjan (4)