Tíðindi
Skótar á Haiti fáa 50.000 kr. úr bráfeingis
hjálpargrunni
Teir
30.000 skótarnir á Haiti eru sera virknir í sambandi við
hjálpararbeiðið í vanlukkarakta landinum. Skótahjálpin veitir teimum nú
50.000 kr. úr Bráfangishjálpargrunni, so hjálpararbeiði teirra
framhaldandi kann gera mun
Skótar í Føroyum hjálpa
nú skótum á Haiti at hjálpa.
50.000 kr. eru
játtaðar úr Bráfeingishjálpargrunninum hjá føroysku Skótahjálpini til
skótar á Haiti, ið gera eitt týðandi arbeiði í landinum, sum stríðist
við at finna síni egnu bein eftir jarðskjálvtan
herfyri.
Føroyska hjálpin fer umvegis skrivstovuna
hjá alheims skótasambandinum í Genéve, sum hevur ein
serfrøðing á staðnum at samskipa hjálpina frá skótum í øllum
heiminum.
- Teir umleið 30.000 skótarnir á Haiti eru
sera virknir, og vit veita teimum nú eina hjálpandi hond, sigur Jan á
Argjaboða
Skótarnir á staðnum vóru væl skipaðir
longu áðrenn vanlukkuna, og tí vóru teir skjótir at hjálpa landsmonnum
í neyð. Haiti-skótar hava serliga tikið sær av børnum, ið hava mist
sambandið við familjuna. Teir hava bygt børnunum leguøkir og ansa
framvegis eftir, at børn ikki verða rænd.
Skótarnir
eru eisini við til at tryggja økir, har vandi er fyri, at bygningar
rapa. Teir rudda økir og gera reint. Og teir sameina fólk, ið hava mist
hvønnannan burtur í hurlivasanum.
Skótahjálpardagur
verður aftur í Føroyum mánaðarskiftið september-oktober. Tá bjóða
skótar sína arbeiðsmegi fram í ein dag, og fólk plaga at geva teimum
nøkur oyru afturfyri.
- Vónandi taka føroyingar væl
móti skótunum í heyst. Pengarnir, ið koma inn, fara eisini til
hjálpararbeiðið hjá skótum á Haiti, sigur Jan á
Argjaboða Longu 22. februar gongur talvan í føroyskum kirkjum
til frama fyri børn á Haiti. Tá skipa skótar fyri hugsunardegi við
gudstænstu til minnis um stovnaran av skótarørsluni, Baden Powel,
lord.
Upplýsingar og viðmerkingar eru at
fáa frá Jan á Argjaboða, fartelefon 212337 Les um Skótahjálpina á
www.scout.fo og um heimsskótarørsluna á www.scout.org.
Skótahjálpin hevur latið Mercy Corps í Indonesia 50.000,- kr. úr
Bráfangishjálpargrunninum hjá skótahjálpini. Partar av
Indonesia hava verið hart raktar av jarðskjálvta og vatnflóð í
mánaðarskiftinum oktober/ november. Hjálpin skal nýtast til at
endurbyggja hesi økir og tryggja umstøðurnar hjá
børnum.
Mercy Corps er ein hjálparfelagsskapur, sum
umframt at hava fleiri verkætlanir, ið vara fleiri ár, eisini veitir
bráfangishjálp í sambandi við jarðskjálvta og vatnflóð.
Orsøkin til, at Mercy Corps er á námsferð í
Føroyum, er, at Landsstýrið hevur valgt at stuðla felagsskapinum við
einari verkætlan, sum skal fáa kvinnur í Norður Jakarta at geva
bróstamjólk. Tað hevur verið arbeitt við hesari verkætlan í 3 ár, og nú
sæst aftur, at nógv fleiri kvinnur eru farnar at geva
bróstamjólk. Umboð fyri Mercy Corps
eru í løtuni í Føroyum á námsferð, og tí var høvið nýtt at
veita teimum hendan stuðulin á einum kunningarfundi á
Landssjúkrahúsinum, har eisini landsstýrismaðurin í heilsumálum A. V.
Johansen var til staðar. Fyri at eggja
heilsustarvsfólki til at menna kunnleikan til at geva bróst, hevur
Mercy Corps haft eina kapping, har tey sjúkrahús og tær ljósmøður, sum
kundu vísa á størst framgongd at fáa kvinnur til at geva bróst, fingu
eina ferð til Føroya. Tær fyritøkur sum framleiða pulvurmjólk,
luta eisini vinningar burtur, millum annað ein túr til Mekka til tey,
sum selja mest pulvurmjólk.
Á samkomu á Hotel Hafnia
handaði Landsstýrismaðurin í Uttanríkismálum, Jørgen Niclasen,
heiðursbræv til vinnararnar, sum hava víst best
framgongd.
Tá ið verkætlanin varð sett í gongd, vóru
tvey fólk úr Føroyum í Norður Jakarta fyri at kanna hví kvinnur ikki
góu bróst. Tann mest týðandi orsøkin var manglandi vitan í
heilsuskipanini, um fyrimunirnir við at geva bróst. Mercy Corps hevur
staðið fyri at undirvísa heilsustarvsfólkum úr Norður Jakarta og at
koma til Føroyar fyri at kunna seg um okkara vælvirkandi
skipan.
Skótahjálpin er eitt afturvendandi tiltak,
sum nú hevur verði virkin í 26 ár. Í eina viku ganga skótar runt og
bjóða sína arbeiðsmegi fram til eitt hvørt arbeiði. Samsýningin, sum
verður latin fyri hetta arbeiðið, fer óskerd til ymisk hjálpararbeiði,
ið stuðlar børnum. Upphæddin verður býtt í tríggjar partar.
Ein partur fer til eina føroyska verkætlan, ein partur til eina
uttanlands verkætlan og seinasti triðingurin fer í ein
bráfangishjálpargrunn.
Meira fæst at vita um Mercy
Corps á www.mercycorps.org
|