1. hjálparskeið 16.-18. mars 2012
12/01/12 21:18
Reyða Krossi skipar fyri1. hjálparskeið fyri leiðarar 16.-18. mars 2012 í KFUK í Havn.
Pláss er fyri 15 luttakarum (tó maks 18). Vit fáa eitt tilboð, tá tey
eru tilmeldað.
Hetta er fyri 5 modul - fult 1. hjálparskeið. 1 modul fríggjakvøld,
2 ella 3 modul leygardag og 1 ella 2 modul sunnudag. Modulini eru
3 tímar hvørt.

Pláss er fyri 15 luttakarum (tó maks 18). Vit fáa eitt tilboð, tá tey
eru tilmeldað.
Hetta er fyri 5 modul - fult 1. hjálparskeið. 1 modul fríggjakvøld,
2 ella 3 modul leygardag og 1 ella 2 modul sunnudag. Modulini eru
3 tímar hvørt.

Skótahjálpin hevur latið Mercy Corps í Indonesia 50.000,- kr. úr Bráfangishjálpargrunninum hjá skótahjálpini.
02/12/11 01:02

Mercy Corps er ein hjálparfelagsskapur, sum umframt at hava fleiri verkætlanir, ið vara fleiri ár, eisini veitir bráfangishjálp í sambandi við jarðskjálvta og vatnflóð.

Umboð fyri Mercy Corps eru í løtuni í Føroyum á námsferð, og tí var høvið nýtt at veita teimum hendan stuðulin á einum kunningarfundi á Landssjúkrahúsinum, har eisini landsstýrismaðurin í heilsumálum A. V. Johansen var til staðar.

Tær fyritøkur sum framleiða pulvurmjólk, luta eisini vinningar burtur, millum annað ein túr til Mekka til tey, sum selja mest pulvurmjólk.
Á samkomu á Hotel Hafnia handaði Landsstýrismaðurin í Uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, heiðursbræv til vinnararnar, sum hava víst best framgongd.
Tá ið verkætlanin varð sett í gongd, vóru tvey fólk úr Føroyum í Norður Jakarta fyri at kanna hví kvinnur ikki góu bróst. Tann mest týðandi orsøkin var manglandi vitan í heilsuskipanini, um fyrimunirnir við at geva bróst. Mercy Corps hevur staðið fyri at undirvísa heilsustarvsfólkum úr Norður Jakarta og at koma til Føroyar fyri at kunna seg um okkara vælvirkandi skipan.
Skótahjálpin er eitt afturvendandi tiltak, sum nú hevur verði virkin í 26 ár. Í eina viku ganga skótar runt og bjóða sína arbeiðsmegi fram til eitt hvørt arbeiði. Samsýningin, sum verður latin fyri hetta arbeiðið, fer óskerd til ymisk hjálpararbeiði, ið stuðlar børnum.
Upphæddin verður býtt í tríggjar partar. Ein partur fer til eina føroyska verkætlan, ein partur til eina uttanlands verkætlan og seinasti triðingurin fer í ein bráfangishjálpargrunn.
Meira fæst at vita um Mercy Corps á www.mercycorps.org
Skótar á Haiti fáa 50.000 kr. Skótar á Haiti fáa 50.000 kr. úr bráfeingis hjálpargrunni
02/12/11 00:56

Skótar í Føroyum hjálpa nú skótum á Haiti at hjálpa.
50.000 kr. eru játtaðar úr Bráfeingishjálpargrunninum hjá føroysku Skótahjálpini til skótar á Haiti, ið gera eitt týðandi arbeiði í landinum, sum stríðist við at finna síni egnu bein eftir jarðskjálvtan herfyri.
Føroyska hjálpin fer umvegis skrivstovuna hjá alheims skótasambandinum í Genéve, sum hevur ein serfrøðing á staðnum at samskipa hjálpina frá skótum í øllum heiminum.
- Teir umleið 30.000 skótarnir á Haiti eru sera virknir, og vit veita teimum nú eina hjálpandi hond, sigur Jan á Argjaboða
Skótarnir á staðnum vóru væl skipaðir longu áðrenn vanlukkuna, og tí vóru teir skjótir at hjálpa landsmonnum í neyð. Haiti-skótar hava serliga tikið sær av børnum, ið hava mist sambandið við familjuna. Teir hava bygt børnunum leguøkir og ansa framvegis eftir, at børn ikki verða rænd.
Skótarnir eru eisini við til at tryggja økir, har vandi er fyri, at bygningar rapa. Teir rudda økir og gera reint. Og teir sameina fólk, ið hava mist hvønnannan burtur í hurlivasanum.
Skótahjálpardagur verður aftur í Føroyum mánaðarskiftið september-oktober. Tá bjóða skótar sína arbeiðsmegi fram í ein dag, og fólk plaga at geva teimum nøkur oyru afturfyri.
- Vónandi taka føroyingar væl móti skótunum í heyst. Pengarnir, ið koma inn, fara eisini til hjálpararbeiðið hjá skótum á Haiti, sigur Jan á Argjaboða
Longu 22. februar gongur talvan í føroyskum kirkjum til frama fyri børn á Haiti. Tá skipa skótar fyri hugsunardegi við gudstænstu til minnis um stovnaran av skótarørsluni, Baden Powel, lord.
Upplýsingar og viðmerkingar eru at fáa frá Jan á Argjaboða, fartelefon 212337 Les um Skótahjálpina á www.scout.fo og um heimsskótarørsluna á www.scout.org.


